Faroese story Einbýli Heðin Brú

Loading...

Sign in or sign up now!
Alert icon
Upgrade to the latest Flash Player for improved playback performance. Upgrade now or more info.
837 views
Loading...
Alert icon
Sign in or sign up now!
Alert icon

Uploaded by on Apr 25, 2009

THE TEXT IS IN DESCRIPTION,
so you can follow the story by looking at the text.

Tað stendur eitt einsamalt hús tætt norðan fyri Lyngvørðu, beint í brattastu líðini. Og uttan er veltur ein kloddi av bø.
Har býr kallur og hansara gomlu foreldur.
Nú Kallur er tjúgu ára gamal, doyr móðurin, og faðirin legst á seingina.
Hetta var tungt at take hjá Kalli: At móðirin, doyði frá honum, var ikki tað versta, nei, faðirin lá og var verri enn deyður. Hevði hann tagt, so var einki sagt við hann, men hann lá bæði seint og tíðliga og sjaggaði á sonin, at hann skuldi gifta seg.
Kallur bar seg undan.
Men hin gamli gavst ikki: "Tað er tí, eg doyggi í lúsum, um kona ikki kemur í húsið," sigur hann. Og hann bannar illa, reisir seg á knø og grevur djúpt í seingjaroynum eftir lúsum. Hann hevur eina neppatong í hondini at kroysta lýsnar víð, og tá ið hann hevur kroyst tær, pilkar hann tær niður í eina tægu, ið stendur í høvdalagskrókinum.
hesa tæguna hevur hann hann altíð á lofti at hótta sonin við: "Eg skal vísa hana fyri fólki, tín morðbrandur, so skulu tey síggja, hvønn deyða tú ætlar pápa tínum."
Kallur var so mikið bringur drongur, at hann hevði hug á konufólki. Men hann ver ein av hesum dreingjunum, sum tora ikki at fríggja. Hvøra ferð, hann fekk hug at royna, nei, so misti hann mótið, hann trúði ikki, at getur høvdu hug til sovorðið.
So fór kallur at ganga til bygdar um kvølarnar,sat hús úr húsi, har døtur vóru og hugti at teimum. Men segði einki.
Gamli fragnaðist, hvussu gekst. Nei, Kallur læt illa at: "Tað er so knívskorið, tær hyggja ikki at mær. Nei, eg skuldi dugað stig og kunna farið í dansin, so hevði borið betur til."
Og so gamli av seingini at læra hann stig. Teir kvóðu Ánaniasartátt tretivu ferðir, tá dugdi sonurin stig, og hin gamli legðist aftur á seingina.
Kallur fer í dansin, gongur har og hyggur at gentunum, men tær látast ikki um vón. So missir hann aftur mótið.
Gamli, han spyr eftir tilgongdini.
"Nei, tað gekk ongan veg," segði Kall.
"Tú ræðist tær, devilsettur. Drekk tær ein hálvpegil, áðrenn tú fer, so kemur mótið."
Kallur bestillir bennivín. Men hvat, hann tók so stórum til, at hann vann ongatíð til bygdar, datt av eftir vegnum, og í tí skili fór dunkurin.
Men so eitt Kvøldið Kallur kom úr dansinum. nú kemur hann at fylgjast við einum konufólki, einari hálvgamlari gentu, sum var og farðaðist í einum húsi har har uttast í bygini. Tað kemur eitt ræðuligt kavaroksæl á tey, ein sonn ódn, so tey máttu leita sær krok undir einum garið.
Hetta veðrið vardi leingi, og kavin beykaði niður. Gentan klagaði seg um kulda. Jú, tað helt Kallur við, at tað var kalt, og blakaði sær, men segði einki meira.
Gentan kólnar meir og meir. Einaferð, nú heldur hon fyri: "Kallur, var tú nakar maður, so hevði tú vermt meg eitt sindur."
Tá lær Kallur og heldur tað vera skemt.
Men gentan gevst ikki: "Hví vilt tú ikki verma meg eitt sindur?"
Nú skilir Kallur, at tað er kanska eitt sindur um hetta, hon sigur og heldur fyri: "Ja, visti eg hvussu eg skuldi gjørt, so... so var gaman í."
"Hvussu tú skuldi gjørt, tú kundi sitið undir mær, hildið um meg og so."
Tá missir Kallur málið, førkar seg spakuliga í kavanum, setir seg væl fyri og tekur gentuna á fangið. Soleiðis situr hann við henni og sigur annars einki. Men nú fer hann so líðandi at kenna hitan av henni, at kenna, at tað er mjúkt hold inni undir klæðunum, fjálgt kvinnuhold, og tá kom lív í hann, og hann leitaði sær framat at kyssa hana á kjálkan. Um eina løtu skuldi hann aftur kyssa, nú smekkaði hann bert til, tí ní visti hann, hvar kjálkin var, men tá hevði gentan vent høvdinum, og hann rakti hana á munnin. Eldur kom í hann, og hann kroysti hana, so eyguni stóu á tambi á henni.
Í tí skili kavaðu tey undir.
Tá ið Kallur kom heim aftur ta náttina, hoyrdi hann gamla kvað, og hann hoyrdi, hvussu tungt FÓTALUNNURIN fall, hvørja ferð hann hann ripaði til. Hann fer inn til hann og sigur, at nú kemur kona í húsið.
"Tað er tíð uppá," helt hin gamli og vísti soninum tæguna. Tá var hon full.
Kallur var ein annar maður eftir hetta. Hann vaskaði sær hvønn sunnudag og læt seg í, hann hampaði inni í húsinum. Hin gamli lá og undraðist og helt fyri, at nú var so stásiligt inni, at teir kundu tikið móti presti.

Category:

Music

Tags:

License:

Standard YouTube License

  • likes, 0 dislikes

Link to this comment:

Share to:

Uploader Comments (aGeilini)

  • the text that did' fitt in description is her: Men so ein dagin, hin gamli stendur og hvílir seg fram á fótalunnin uppi í seingini, nú kemur eitt konufólk inn við einari balju í hondini og setir á hana á gólvið. So fer hon eftir vatni og stoytir í baljuna. Gamli hevði ikki talað, men nú spurdi hann, um hon var kona Kall. Ja, tað var hon, og nú skuldi hann lata seg úr hvørjum tráð, so skuldi hon hjálpa honum í baljuna.

  • Ja, tað var hon, og nú skuldi hann lata seg úr hvørjum tráð, so skuldi hon hjálpa honum í baljuna. tá spurdi gamli, um hon var baptist. Nei, hann var doyptur og skuldi ongum klæðum úr, og hann bannaðist grovliga. Men hon tók hann, skræddi burtur av honum og tveitti í ein krók. Hann bardist sum fyri lívinum, men tað batti einki, hon var sterkari enn so.

  • So tók hon og koyrdi hann í baljuna. Tá róti hann neyðarróp. tí hann vildi nógv fyrr doyggja í lúsum enn doypast umaftur hálvfems ára gamal, og hann bað alt gott standa hjá sær. Tá var eitt ræðuligt dun, og ein steinur kom úr fjallinum, brast í vendeyðað, inn á gólv og niður ígjøgnum. Hann tók alla síðuna úr baljuni, men skaddi ikki tey pá eitt hár.

  • Tá erraðist gamli upp: "her skal tú síggja," hann helt seg duga gand. Men konan gavst ikki, kom við einari aðrari balju og fylti vatn í, kroysti so gamla niður og fór at vaska, at skruppa við bust. Tá ið so hon var liðug at vaska, kom hon við saksi og skáldaði bæði skegg og hár av honum. Tá helt hann við báðumhondum fyri rørarnar.

  • Nei, nei, hon tók hendurnar burtur og helt fyri, at fyrr skuldi hon klippa alt av, enn at tað skuldi EIN trevsi vera eftir á kroppinum á honum.

    Tá helt hann fyri, at so forbannaligt hetta konufólk var móti sær, eitt skuldi hann rósa henni fyri kortini, at hon hevði elvt lúsunum ein so bráðan enda. Men hann doyði stutt aftaná. Nú lýsnar vóru burtur, hevði hann mestsum einki at liva fyri, einki at stríðast við, og tí doyði hann, doyði líkasum í leti.

Top Comments

  • that was nice to hear... i have to work my Faroe´s more cus i really want to learn this epic language!!!

  • hehe... men eg haldi hann segði Ánaniasar tátt. Haldi tað eisini var ein útvarpsleikur, har ein kona gekk og tosaði við ein bornholmara (klokku), ið hon kallaði Ánanias.

Video Responses

see all

All Comments (4)

Sign In or Sign Up now to post a comment!
  • Onaniusar tátt!! haha

Loading...
Alert icon
0 / 00Unsaved Playlist Return to active list
    1. Your queue is empty. Add videos to your queue using this button:
      or sign in to load a different list.
    Loading...Loading...Saving...
    • Clear all videos from this list
    • Learn more