Alert icon
We're changing our privacy policy. This stuff matters.  Learn more  Dismiss

Vágaverk - Medistari í karri

Loading...

Sign in or sign up now!
Alert icon
Upgrade to the latest Flash Player for improved playback performance. Upgrade now or more info.
10,913
Loading...
Alert icon
Sign in or sign up now!
Alert icon

Uploaded by on Jun 15, 2008

Sámal Ravnsfjáll og Jóan Jakku Guttesen hava skrivað sangin.

Sigmund æt ein drongur sum eg kendi her í býnum.
mamman Jakobina seldi vaflir undir krígnum
tey búðu í ein grønum húsum uppi undir Varða
og Sigmund átti búður har hann hevði ein taman stara
og ein dag uppundir ólavsøku mundi endað galið
tá hevði hann svølgt ein staralort og fór á hospitalið
hin gamla stóð í túninum so korkareyð í fjesi
áh hasin dummi hundurin hann heldur seg vera eitt vesi

So flutti hann til Danmarkar, trúðlovaðist Mikalu
hon dóttir var ein slaktara við farsi sum spesiali
Mikala gjørdist bumbutjúkk og føddi sonin Gundur
og Sigmund stóð við hvørnina sum elti farsi sundur
tað næsta sum eg hoyrdi var at Sigmund var forsvunnin
teir leitaðu og dreggjaðu men aldri bleiv hann funnin
nú hevði hann so segði hann júst fatur í tí rætta
tað var nú ólukksáligt ha? .. men soleiðis var hatta

So gekk man og funderaði og tú hevði væl gjørt tað sama
um grundirnar og orsøkir og hví og allan trama
men best sum er eitt leygarkvøld varð hend gátan svarað
tað hendi við eitt reisigildið uppi undir Varða
mín góði vinur Jóan Karl vað byrjaður at reirast
eitt typehús var úrslitið og hetta mátti feirast
við borið sótu hann og eg og systkinabarnið Harry
menuin var ein øl og so medistari í karry

Vit sita so og eta har og práta um tað farna
um kreppuna í landinum og um skutarin hjá Arna
so bítið eg í okkurt hart og sviðin er so meinur
ein knykil er í pylsuni so harður sum ein steinur
eg spýtið út og tað sum datt á borið var ein ringur
ovalur og skamfílaður úr deiggjinum hann stingur
graveringin fekk heilarútmur heilt upp á hægsta skala
har stóðu nøkur tøl og so til endands tín Mikala

Sum ryssa yvir deyðum fylið sótu vit gemalar
og gløddu hvør at øðrum tríggir bleikir kannibalar
við Sigmundi í tarminum vit sótu samanlæstir
men skuldið hann nú etast ja so vóru vit væl næstir
ja tað er ikki lukkuligt segði eg við Harry
at enda sínar dagar sum medistari í karry
vit hildu líkasum ervi saman kvøldið eftir
av trygdarávum ótu vit rabarbugreyt og knettir

Category:

Music

Tags:

License:

Standard YouTube License

Link to this comment:

Share to:

Uploader Comments (iLikeDirtySpoons)

  • Ber tað til at downloada sangin?

  • Veit ikki, eg kopieraði fløguna frá ommu.

    Tað ber sikkurt til at brúka okkurt youtube downloading app til tað. Royn eitt, ið eitur "4U Download YouTube Video".

    Man kann goyma í nógvum forskelligum formatum, eisini .mp3

  • forbanna!! 8D

  • Hell yeah!

Top Comments

  • Føroyskur tónleikur tá hann er best !

  • Fucking ársins sangur:P elski hann :P

see all

All Comments (16)

Sign In or Sign Up now to post a comment!
  • ein knykil er í pylsuni!

  • @iLikeDirtySpoons Prøva RealPlayer

  • Òðinn Katrinarson Johansen.

  • Musikkur fyri menn!! ;) forbannað góður sangur ;)

  • man kann brúka free studio manager dvdvideo soft tað er video mp3 ipod og alt hattar har sum er nú

  • Rætting : Havi hugt á húsan á fløguni Vágaverk. Finnbjørn Hansen hevur skrivað Medistari í karry. Haldi Finnbjørn verður nevndur alt ov sjálvdan í samband við at hansara sangir verða sungnir til dømis Eftir bygdagøtuni og Undur trappuni hjá Lenu.

  • eg brúki real player til at downloada filmar fra youtube. voyt ik um man avspæla sum mp3

Loading...
Alert icon
0 / 00Unsaved Playlist Return to active list
    1. Your queue is empty. Add videos to your queue using this button:
      or sign in to load a different list.
    Loading...Loading...Saving...
    • Clear all videos from this list
    • Learn more