Her er eitt fantastiskt stað, ið liggur millum bygdina Bø og tunnilin til Gásadal.
Koyr frá Bø móti Gásadali. Parkera við rulluportur nr. 2 og gang eftir bønum oman móti skerinum. Far so til vinstru, sum vit siga í Havn ;-))), til tú rakar á Bø Beach. Um tú ikki ætlar tær at svimja yvir til strondina, mást tú antin hava ein bát ella bíða til tað fjarðar... Super lekkur strond, serliga um sólin skínur.
Her burdi man gjørt eina rampu, so øll kundu notið hesa frálíku strond.
Lekkur strond :) Ja, spell at hon ikki er atkomulig uttan so at man svimur til hana ella siglir við báti ...
eileensanda 7 months ago